Vit loysa allar tínar handverksuppgávur – stórar sum smáar. frá smávegis ábótum til størri verkætlanir, vit tryggja dygd og nærlagni. vit veita eisini góðskuhurðar frá nassau til bæði vinnu og privat.
Vit veita skjóta og professionella hjálp við øllum sløgum av tryggingarskaðum í sethúsum. Við okkara drúgvu royndum taka vit okkum av bæði smáum og stórum skaðum.
Nýggja garaguhurð ?
Vit selja og seta upp góðskuhurðar frá Nassau, framleiddar í Danmark, bæði til vinnuna og tað privata. vit veita eisini service, viðlíkahald og viðgerðir á hurðunum.
Sergjørdar loysnir
Ein kundi hevði keypt trý skrivaraborð, sum skuldu setast saman. Streymur og netkaðlar skuldu førast ósjónliga upp til borðini. Vit gjørdu eina súlu við trimum rørum, har kaðlarnir ganga frá gólvinum og upp til hvør sítt borð.